Viðtøkur

§ 1

Navn og bústaður:

GSD-felagið

FO-100 Tórshavn

§ 2

Endamál felagsins

Er at bøta um korini hjá fólki, ið hava glykogen-goymslubrek, herundir:

1. at veita upplýsing um glykogen goymslubrek

2. at arbeiða fyri, at børn og ung við glykogen-goymslubreki, verður givin tann undirvísing, ið er neyðug hjá hesum bólki í samfelagi okkara

3. at veita upplýsing um viðgerðarmøguleikar

4. at stuðla fyribyrgjandi tiltøkum, gransking og øðrum, ið kunnu virka heilsufremjandi

§ 3

Limir

Einstaklingar og hjún, feløg og stovnar kunnu gerast limir

§ 4

Limagjald

Limagjaldið verður ásett á aðalfundinum

§ 5

Aðalfundurin

Aðalfundurin er hægsti myndugleiki. Aðalfundurin verður hildin í fyrra árshelmingi. Eykaaðalfundur verður at halda, tá 1/3 av limunum ella ein meiriluti av nevndini ynskir tað

Kallað verður til aðalfund 14 dagar frammanundan, og eigur hetta at lýsast í føroysku bløðunum. Á sama hátt verður kallað inn til eykaaðalfund. Um neyðugt kann undantak gerast og kallað inn til eykaaðalfund við stytri ávarðing

Uppskot til aðalfundin skulu helst verða nevndini í hendi 7 dagar áðrenn aðalfundin

Aðalfundurin viðger hesi mál:

1. Val av orðstýrara

2. Ársfrágreiðing formansins

3. Grannskoðaðan roknskap fyri seinasta rakstrarár felagsins

4. Møguligar lógarbroytingar

5. Limagjald fyri komandi ár

6. Nevndarval

7. Val av grannskoðara

8. Ymiskt

§ 6

Stjórnarskipan

Felagið verður stýrt av eini 5-mannanevnd við minst tveimum tiltakslimum vald á ársaðalfundinum. Nevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni, kassameistara og skrivara, ið tekna felagið. Við keypi og sølu av ognum felagsins verður felagið teknað av allari nevndini. Nevndin hevur heimild at áseta fundarsamsýningar til fyrilestrahaldarar og nevndarlimirnar.

Gerðabók verður førd yvir tað, sum fer fram á fundinum.

Á hvørjum aðalfundi fara tveir ella tríggir nevndarlimir frá, eftir at hava sitið 2 ár. Tiltakslimir sita bert eitt ár ísenn. Nevndar- og tiltakslimir kunnu veljast aftur.

Hildnir verða minst 2 nevndarfundir og 1 limafundur árliga

Fer eykalimur frá í úrtíð, kann nevndin velja ein nýggjan

§ 7

Roknskapur

Roknskapur felagisns er álmannakkaárið

§ 8

Lógarbroyting

Uppskot til lógarbroyting skulu vera nevndini í hendi 14 dagar áðrenn aðalfund

§ 9

Avtøka av felagnum

Um felagið ynskist avtikið, kann hetta fara fram á aðalfundi ella eykaaðalfundi, og mugu 2/3 av uppmøttum limum atkvøða fyri hesum á 2 fylgjandi aðalfundum. Avgerð um ognir felagsins verður tikin á tí seinna fundinum

Soleiðis samtykt á stovnandi aðalfundinum 23. mei 2009.